Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Fyri ung og vaksin frá 14 árum, sum hava tørv á serliga tillagaðari undirvísing. Undirvísingin tekur støði í tørvi og málum hjá tí einstaka og fer fram í einum tryggum umhvørvi við denti á persónliga menning og læring í egnum tempo.
Undirvísingarháttur: Fyrilestur, undirvísing og orðaskifti. Undirvíst verður 1-til-1 ella í smáum bólki.
Kostnaður: Ókeypis
Undirvísari: Diana Müller og Birgir Veyhe
Dagur/Staður: Verður avtalað í samráð við undirvísararnar.