Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Vilt tú læra at evna ymiskt úr glasi? Kanska tínar egnu smykkur til føroysku klæðini? Tú kanst eisini gera jólapynt og persónligar gávur. Vágs kvøldskúli bjóðar frálæru í at gera skálir, prýðislutir og annað úr glasi.
Vit hittast 7 ferðir í alt, har tann seinasta ferðin er til líming.
Kostnaður: 600 kr., umframt tilfar
Undirvísari: Iris Strøm Winther
Dagur: Mánadag kl. 18.30 - 21.30
Staður: Fab Lab Vágur