Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Seyming fyri børn - 7-14 ár (saman við einum vaksnum)
Á hesum hugnaliga skeiðinum læra børnini grundleggjandi seyming og fáa høvi at arbeiða kreativt við ymiskum toyrestum. Vit læra at brúka seymimaskinu á tryggan hátt og gera smærri spennandi verkætlanir, sum børnini kunnu taka við sær heim.
Bæði byrjarar og tey, sum hava eitt sindur av royndum, eru vælkomin. Einans 10 pláss eru á hesum skeiðinum.
Kostnaður: 250kr íroknað tilfarið
Undirvísari: Barbara Brattaberg
Dagur
11.02.27 kl 17-19
18.02.27 kl 17-19
25.02.27 kl 17-19
Staður: Fab Lab Vágur