Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Gev gomlum klæðum og tekstilum nýtt lív! Fyrsta tórsdag í hvørjum mánaði verður Repair kafé og endurskapan sum pop-up í Fab Lab Vági, har Barbara er til reiðar at hjálpa tær at umvæla, broyta og endurskapa tekstil. T.d. at leggja buksur upp ella bøta eitt hol.
Tú kanst arbeiða við tínum egna klæði ella tekstili og fáa hjálp til eitt nú seyming, broytingar og smærri umvælingar.
Kostnaður
Ókeypis, men gjald er fyri møgulig tilfar.
Undirvísari: Barbara Brattaberg
Dagur
Fyrsta tórsdag í hvørjum mánaði kl. 18.00 - 22.00
Staður: Fab Lab Vágur