Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Skeiðið er fyri vaksin og ung yvir 14 ár, sum vilja hava eina trygga og róliga innleiðslu í ross og reiðing. Vit læra um atburð og tørv hjá rossinum og fáa praktiskar royndir við at handfara, røkta og strúka ross, umframt stuttar ríðitúrar fyri byrjarar.
Undirvíst verður í smáum bólkum við denti á trygd, nærveru og trivnaði. Sambandið við ross, náttúruna og likamliga virksemið stuðlar undir vælveru og sálarliga ró.
Skeiðið er 4 ferðir, 2 tímar hvørja ferð. 6 pláss eru á hesum skeiðnum.
Kostnaður: 700 kr.
Undirvísari: Maria Jensen
Dagur: Leygardagar kl. 14–16. Fyrsta ferð er 6. feb.27
Staður: Fjósið hjá Suðurros í Hovi