Vis mereSkjulForløbbeskrivelse
Seyming
Hevur tú hug at læra at seyma?
Vágs kvøldskúli bjóðar frálæru í seyming. Tú lærir at brúka seymimaskinu og um seymiteknikkir, um sløg av toyi og mynstur. Á skránni eru evnir sum at leggja buksur upp, seyma pungar og taskur og nógv annað.
Kostnaður: 600kr (Tilfar kan keypast frá undirvísaranum)
Kvøldskúlin hevur seymimaskinur, overlocker o.a.
Undirvísari: Monika Strøm
Dagur: Mánadag kl. 17-21 og Týsdag kl. 17-21 (aðru hvørja viku)
Staður: FabLab Vágur